Klaksvík: Ætla at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin

bannari
Klaksvík: Ætla at skipa samgongu uttan um Fólkaflokkin
Karl Johansen, sum fekk flestar atkvøður í Klaksvík, sigur, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri hava gjørt avtalu um at samráðast.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
12.11.2024 - 23:16

Fólkaflokkurin var størstur í Klaksvík, men kortini sleppur flokkurin ikki við til samráðingarborðið, nú samgonga skal skipast í býráðnum í Klaksvík. Fólkaflokkurin fekk heili 39 % av øllum atkvøðunum, tilsamans 1396 atkvøður. 

Teir fýra flokkarnir: Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sjálvstýri hava longu gjørt avtalu um at fara í holt við samráðingar um at skipa samgongu. Hetta hóast endaliga úrslitið ikki var formliga avgreitt áðrenn.

Núverandi borgarstjórin, Karl Johansen, gjørdist toppskorari til valið. Hann fekk 355 persónligar atkvøður. Og sambært honum hevur fólkið í Klaksvík talað. 

- Verandi borgarstjóri fekk eitt stórt álit, og eg haldi, vit skylda fólkinum her, at borgarstjórin heldur fram. So nú hava vit valt at royna hetta, segði Karl Johansen við Kringvarpið. 

Annika Biskopstø úr Tjoðveldi segði, at enn er ógreitt, júst hvønn leiklut Tjóðveldi fær í møguligu nýggju samgonguni. 

- Vit fara at práta saman hesa næstu løtuna, men tað samstarvið, sum vit eru í gongd við, ljóðar spennandi, segði hon við Kringvarpið. 

Formliga úrslitið í Klaksvík er tó greitt nú, og nýggja kommunustýrið í Klaksvík sær soleiðis út: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109