Í Kvívík fevna tey breitt

bannari
Í Kvívík fevna tey breitt
Allar bygdir í kommununi eru so ella so umboðaðar í bygdarráðnum í Kvívík.
Randi Jacobsen er forkvinna í valstýrinum í Kvívík.
Mynd: Gilli Brend  
 
12.11.2024 - 17:13

Limirnir í kommunustýrinum koma bæði úr Leynum, av Stykkinum, av Válinum og úr Kvívík. Tó er ein av limunum barnvaksin á Skælingi, so bygdin er eisini umboðað á ein hátt.

19 valevni á tveimum listum eru at velja ímillum í Kvívík, og hetta eru fleiri enn seinast, tá valevnini vóru 16 í tali. Eisini var áhugin at velja stórur, ta løtuna Tórður Mikkelsen vitjaði valstaðið í Kvívíkar kommunu.

Randi Jacobsen, forkvinna í valnevndini í Kvívíkar kommunu, er fegin um stóra úrvalið, men dugir ikki at siga, um tað er ónøgd við sitandi politikarar, ella um tað er størri úrval, sum borgarin vil hava. Í øllum førum er valluttøkan størri í dag, enn hon var um somu tíð við seinasta val.

Áhugin fyri valinum er stórur, tí fleiri valfundir hava verið í bygdini, har bæði valevni og bygdafólk nýttu høvið til at siga sína hugsan. 

- Tað, sum man hoyrir frá fólki og valevnum, er ynskið um eina marghøll, eingin ivi um tað, sigur Randi Jacobsen, umframt at tosið um, hvat skal gerast við Glæmuna hevur fylt nógv. Øll ynskja eitt savningarstað, men tey eru ikki samd um, hvat skal gerast, um tað skal vera Glæman ella ein nýggj høll.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109