Í dag er próvtøkudagurin

bannari
Í dag er próvtøkudagurin
556 fólk stilla upp kring landið til kommunuvalið, og í dag finna tey útav, um tey hava gjørt nóg mikið í valstríðnum. Jóhan og Turið minnast aftur
 
12.11.2024 - 18:52

Jóhan Christiansen og Turið Horn hava bæði verið gjøgnum eitt valstríð sum endaði við, at tey vórðu vald inn. Jóhan fyrst í Leirvík og síðan í eysturkommunu, tá lagt var saman, og Turið í Havn, men hvussu minnast tey aftur á valstríðið, og hvat hevði týdning?

Góðu ráðini, tá tú stillar upp eru, at tú mást gera vart við teg og ikki detta niður ímillum í rúgvuni. Tú mást hava nøkur góð fólk sum arbeiða fyri teg, tí tú fært ikki gjørt alt sjálvur, sigur Jóhan Christiansen og leggur afturat, at tú mást hava okkurt, sum ger, at folk leggja merki til tín.

Turið heldur tað vera umráðandi, at tú hevur eitt ella fleiri mál, sum tú hevur við tær i valstríðið, og at tað ikki snýr seg um tin persón, sum tað kanska er farið at gera heldur nógv eftir hondini. Samstundis mást tú síggjast, so tað snýr seg um at fara út til tiltøk og har nakað sker, men tó liva vanligt. 

- Far út har folk eru, so tú sæst, tá valið nærkast, sigur hon. - Tú bjóðar teg jú fram, so tú mást standa við tað, sjálvt um tað kennist, sum fert tú um mørk. Tað var inngrípandi í mín person, men tá tú ætlar tær at stýra størstu kommunu í landinum, mást tú út at tosa við fólk.

- Seinastu vikurnar undan valinum eru sera spennandi. Fólk bæði koma við hugskotum og finnast at tí, tú sigur, og tey byrja at skriva og ringja fyri at vita nærri, og tað mást tú vera til reiðar til. Eisini skalt tú á netið at viðmerkja, tá folk hava meiningar. Tað er heilt í ordan at hava kantutar meiningar, men sig tað pent. Eg haldi ikki, at runukastan er nakað, ið er vert at gera, sigur Jóhan. 
 

Valstríð er hart

Vikurnar undan valinum eru strævnar, eru tey bæði samd um, men eisini fantastiskar.

- Konan heldur kanska at seinastu vikurnar undan valinum eru strævnar, tí eg var so fráverandi, men eg fekk orku av øllum tí, sum hendir beint undan valinum, minnist Jóhan.

- Tíðin beint undan valinum er øgiliga spennandi og stuttlig, og man er mitt í verðini, og man lærir so nógv um tað at vera politikari, sjálvt um man ikki hevur roynt tað áður, leggur Turið afturat.

Týdningarmikið er tó at man kann standa inni fyri tí man er og ger, og hetta kemur undir tryst seinastu tíðina undan valinum, eru bæði samd um. Ikki at lova Meira enn tú kanst halda og at minna seg á at man framvegis skal upp og til arbeiðis, sum man altíð hevur gjørt.

- Á degnum skulu tey síðstu tingini fáast upp á pláss, og so er at slappa av og vita, at tú hevur gjørt tað tú kundi, sigur Johan, meðan Turið leggur afturat, at hon var úti og vísti andlit, tí tað hevði hon fingið viðmælt, so hon kundi fáa lut í teimum leysu stemmunum.

- Kemur tú ikki inn, so er týdningarmikið at tú kanst liva við tí, tú hevur gjørt í valstríðnum. At tú kanst fara aftur til arbeiðis dagin eftir við røttum ryggi og vita at tú kanst standa inni fyri tí, tú gjørdi í stríðnum. Tí so kann gott vera, at tú fært hug til at stilla upp enn einaferð.

 

1708046

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477