"Hetta er ein meira menniskjalig loysn"

"Hetta er ein meira menniskjalig loysn"
Tað er meira menniskjaligt, at familjur, sum hava avbjóðingar vera eygleiddar í nærumhvørvinum, heldur Djóni Nolsøe Joensen.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.11.2024 - 18:22

Familjutænastan skal í eitt tríára royndarskeið rekast sum kommunalur stovnur hjá Kommunufelagnum. 

Talan er um eina fyribyrgjandi tænastu, sum skal veita ráðgeving og vegleiðing til børn og familjur, sum hava avbjóðingar. 

At Familjudepilin broytir skap og nú gerst Familjutænastan, sum kommunurnar í størstan mun taka sær av, merkir, at familjur vera eygleiddar í sínum nærumhvørvi heldur enn at vera tikin úr nærumhvørvinum til eygleiðing. 

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum heldur, at hetta er ein meira menniskjalig loysn. 

 

Hoyr samrøðu við Djóna Nolsøe Joensen:
 

12_11_24_Familjutaenastan

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109