Elsa Berg ætlar sær at vera borgarstjóri

bannari
Elsa Berg ætlar sær at vera borgarstjóri
Ein kvinna, sum øll vilja hava orðið á beint nú í høllini á Hálsi, er Elsa Berg, sum hevur fingið nógvar atkvøður í Havn
Elsa Berg kann gerast borgarstjóri í Havn
Mynd: Bjarni Árting  
 
12.11.2024 - 22:52

Nógv valevni eru savnað í høllini á Hálsi, og prátað verður dúgliga um møguligt samstarv í býráðnum í Havn. Støddin á bunkunum er so nøkulunda til at gjøgnumskoða, og ein, sum sær út til at hava eitt gott val, er Elsa Berg, sum fleiri vilja hava orðið á.

Spurd, um hon fer eftir borgarstjórasessinum, sigur Elsa, at tað ætlar hon sær, um møguleikin býðst.

Enn eru tey tó ikki liðug at telja í Hoyvík og á Argjum, so enn vanta heilt fitt av atkvøðum at verða taldar. 

Elsa hevur fingið fleiri enn 650 atkvøður á Hálsi, og eftir bunkunum at døma hevur hon fingið fleiri enn 150 atkvøður í Hoyvík.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109