Aftur Linjohn í Skálavík

bannari
Aftur Linjohn í Skálavík
Borgarstjórin, sum hevur sitið longst í Føroyum, Linjohn Christiansen, fekk aftur flestar atkvøður til kommunuvalið hesa ferð í Skálavík. Hann fekk 23 atkvøður.
 
12.11.2024 - 20:46

Borgarstjórin, sum hevur sitið longst í Føroyum, Linjohn Christiansen, fekk aftur flestar atkvøður til kommunuvalið hesa ferð í Skálavík. 

Linjohn var uppstillaður á lista A, sum eisini fekk tvey onnur umboð við í bygdarráðið: Anita Joensen og Sunniva E. M. í Stovuni. Sostatt eigur listi A trý av fimm umboðum í bygdarráðnum í Skálavík, og tí er tað eisini sannlíkt, at hann heldur fram sum borgarstjóri í fýra ár afturat. 

Listi B fekk tvey umboð inn, tey vóru Jákup Myllhamar í Geil og Torkil Dalsgard.

Nýggja bygdarráðið í Skálavík sær soleiðis út: 

Atkvøðurnar vera taldar upp kring alt landið, og tú sært øll valúrslitini á heimasíðu okkara, trýst her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109