Landsbankastjórin: Hava ikki ráð at byggja Suðuroyartunnil nú

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð at byggja Suðuroyartunnil nú
Landsbankin finst hvassliga at politisku ætlanini um at gera ein Suðuroyartunnil, tí haldførið er ikki í lagi
Fyribils verður mett, at Suðuroyartunnilin fer at kosta fýra milliardir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2024 - 13:59

Suðuroyartunnilin fer at binda landskassan sera nógv í mong ár.

Landsbankin finnst hvassliga at politisku ætlanini um at gera ein Suðuroyartunnil, tí haldførið er ikki í lagi.  

Við støði í framrokning verður fíggingartørvurin umleið seks milliardir krónur næstu 10 árini, til 2035, um eingi tiltøk verða sett í verk, skrivar Landsbankin í fyrivarni,  sum fylgir við uppskotinum um løgtingslóg um Suðuroyartunnil. 

 

Malan Johansen. 

 

Landsbankin heldur tað ikki vera ráðiligt at gera Suðuroyartunnilin sum er, serliga um avgerðin verður tikin, áðrenn neyðugu tiltøkini eru framd, til tess at fáa javnvág í almenna búskapin.

Hoyr samrøðu við Maluna Johansen, landsbankastjóra, sum var gestur í útvarpsstovuni í útvarpstíðindunum:

 

11112024_Malan_Johansen_um_tunnil

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109