Meiriluti í Fuglafirði fyri skúlasamstarvi

Meiriluti í Fuglafirði fyri skúlasamstarvi
Málið um framhaldandi skúlasamstarv við Eysturkommunu hevur drigið alt ov langt út, og tí var umráðandi at fáa eina avtalu samtykta nú, sigur Dávur Juul, borgarstjóri
 
09.11.2024 - 18:25

-Málið um framhaldandi skúlasamstarv við Eysturkommunu hevur drigið alt ov langt út, og tí var umráðandi at fáa eina avtalu samtykta og undirskrivaða nú.

Tað sigur Dávur Juul, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sum við teprum meiriluta samtykti at halda fram við skúlasamstarvinum eftir eini nýggjari ískoytisavtalu. 

Eykabýráðsfundir vóru í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu í gjár, har bæði býráð skuldu taka støðu til ískoytisavtaluna. Í Eysturkommunu var breið semja, í Fuglafirði atkvøddu fimm býráðslimir fyri og fýra ímóti tí ískoytissáttmála, sum skal vera grundarlag undir skúlasamstarvinum næstu árini.

Les eisini: Næmingar í Eysturkommunu framvegis til Fuglafjarðar í skúla

Elstu fólkaskúlanæmingarnir í Eysturkommunu ganga í skúla í Fuglafirði, og stóri knúturin í skúlasamstarvinum millum kommunurnar hevur verið tann íløgan, sum skal gerast í skúlabygningin í í Fuglafirði. Nú er so tann knúturin loystur.

Tað verður mett at kosta umleið 50 til 60 milliónir at dagføra allan tann eldra partin av Fuglafjarðar skúla. Við nýggju avtaluni rindar Eysturkommuna helvtina av íløguni í fyrsta byggistig, sum er at umvæla og dagføra skúlastovurnar. Tó í mesta lagi 12 milliónir.

Upprunaliga var ætlanin, at Eysturkommuna skuldi rinda 60 prosent av allari íløguni, men hevði so rætt til at fáa ein part av pengunum aftur, um kommunan seinni fór burturúr skúlasamstarvinum. Býráðið í Eysturkommunu hevur tó ikki vilja samtykt íløguna í skúlabygningin í Fuglafirði eftir hesum leisti.. 

Hoyr innslag um evnið her:

Skulasamstarv_Framvit_-_jbh_-_1800

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109