FMX fingið atknýttan limaskap í NOMEX

FMX fingið atknýttan limaskap í NOMEX
Faroe Music Export (FMX) er fyrsti atknýtti limurin í norðurlendska tónleikaútflutningssamstarvinum NOMEX (Nordic Music Export Programme)
 
08.11.2024 - 11:00

Í 2012 stovnaðu tær fimm tónleikaútflutningsstovurnar í Norðurlondum, Music Norway, Export Music Sweden, Music Export Denmark, Music Finland og Iceland Music, tónleikaútflutningssamstarvið NOMEX (Nordic Music Export Programme).

Tónleikaútflutningsstovurnar samdust um at arbeiða saman um at fremja vøkstur og menning av norðurlendskum tónleiki gjøgnum miðlan og altjóða marknaðarføring, umframt at veita annan stuðul til tónlistafólk.

Nú hevur NOMEX so fingið sín fyrsta atknýtta lim, og tað er føroyska tónleikaútflutningsstovan FMX, ið stendur fyri Faroe Music Export. 

 

Fyrsti atknýtti limur

FMX arbeiðir við at stuðla og gera tað lættari fyri føroyska tónlist, tvørtur um allar sjangur, at røkka út um landoddarnar. 

Glenn Larsen, stjóri í FMX, sær stórar møguleikar í atknýtta limaskapin í NOMEX. 

"Umboðandi FMX, so vil eg fegin takka NOMEX fyri hendan frálíka møguleikan og lata dyrnar upp fyri okkum. Hóast Føroyar eru eitt lítið land, hevur altjóða tónleikaídnaðurin veruliga lagt merki, at føroysk tónlistafólk gera alsamt meira um seg á altjóða tónleikapallinum, síðani FMX varð stovnað í 2019. Eg eri sannførdur um, at samstarvið við NOMEX fer at hava ómetaligt gagnvirði. Hin vegin hevur FMX eisini skyldu til at vera ein virðisskapandi limur, ið kemur við sínum ískoyti av vitan, netverkum og royndum. 


Stýrið í NOMEX saman við Glenn Larsen, stjóra í FMX.

 

NOMEX er heppið 

Hinar norðurlendsku tónleikaútflutningsstovunar fegnast eisini um, at FMX nú er vorðið knýtt at NOMEX, eitt nú stjórin í Iceland Music, María Rut Reynisdóttir. 

"Júst sum Ísland eru Føroyar ein lítil og einastandandi tónleikapallur við sera dugnaligum talentum, men har lokali tónleikaídnaðurin er øgiliga avmarkaður. Ísland hevur verið limur í NOMEX frá byrjan, og vit vita, hvussu stóran týdning tað hevur at vera partur av einum netverki, har tað er gjørligt at samstarva um umráðandi verkætlanir tvørtur um landamørk og deila vitan og royndir við okkara samstarvspartar í norðurlondum. Vit halda, at NOMEX er heppið at hava fingið FMX við umborð, og vit síggja fram til okkara samstarv í framtíðini!"

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881