- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valluttøkan er størst í Fugloy og í Porkeri
Føroyingar plaga at vera raskir at fara á val. Seinastu løgtingsvalini hava ligið heilt upp ímóti 90 prosentum í valluttøku, og hóast kommunuvalini liggja eitt sindur lægri - úr 80 upp í 85 prosent valluttøku - so er einki at ivast í, at føroyingar taka sína skyldu í álvara, tá tað ræður um at seta sín kross.
Um vit hyggja at tølunum fyri seinastu fýra kommunuvalini samlað, síggja vit, at valluttøkan í miðal hesi valini hevur verið størst í Fugloyar og Porkeris kommunum - í miðal 93,3 prosent. Í Fugloy var valluttøkan í 2016 heili 97,8 prosent - tá høvdu 45 fólk valrætt, og 44 av teimum greiddu atkvøðu. At øll uttan ein vóru á vali er merkisvert, men tølini í smáu kommununum eru eisini smá, og tí er skjótt at ávirka prosenttølini eisini.
Í Porkeri hevur valluttøkan verið omanfyri 90 prosent hvørja ferð síðan 2008. Tað hevur hon eisini verið í Sands kommunu, har miðalvalluttøkan fyri seinastu fýra kommunuvalini er 92,2 prosent.
Minst í Havn
Í hinum endanum finna vit størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommuna, har valluttøkan í prosentum er tann lægsta. Men eisini í Kvívík og í Vestmanna hevur valluttøkan verið lág seinastu ferðirnar. Felags fyri allar hesar tríggjar kommunurnar er tó, at luttøkan sum heild hevur verið vaksandi fjórða hvørt ár síðan 2008. Í Tórshavnar kommunu var valluttøkan seinast 81,0 prosent - tað eru 8,6 prosentstig hægri enn í 2008, tá luttøkan var heilt niðri á 72,4 prosentum.
Talvan niðanfyri vísir valluttøkuna í teimum ymsu kommununum til seinastu fýra kommunuvalini og til seinast eitt miðaltal fyri luttøkuna á hesum fýra valunum (valið í 2012 var tað seinasta í Húsa kommunu, sum eftir hetta fór upp í Klaksvíkar kommunu).
(Keldur: www.kvf.fo/val og www.valurslit.fo)