Ogn og skuld í Faroe Origin flutt til tvey nýggj partafeløg

Ogn og skuld í Faroe Origin flutt til tvey nýggj partafeløg
Bæði feløgini hava 500.000 kr. í partapeningi. Grannskoðarin skrivaði í roknskapinum í fjør, at eginognin í Faroe Origin er negativ
Faroe Origin í Runavík.
 
07.11.2024 - 08:49

Ávis ogn og skuld hjá partafelagnum Faroe Origin í Runavík er flutt til tvey nýggj partafeløg, sum eita Skipafelag 1 í Syðrugøtu og Royður í Fuglafirði.

Tað hevur Skrásetingin fingið at vita í kloyvingarlýsing.

Stjóri í Skipafelagnum 1 er Bogi Jacobsen.

Stjóri í Royði er Anfinnur Olsen. 

Bæði feløgini hava 500.000 krónur í partapeningi.

Endamálið hjá báðum feløgum er at reka fiskivinnu og annað virksemi í tí sambandi.

 

Eginognin negativ

Óhefti grannskoðarin hjá Faroe Origin skrivaði í roknskapinum í fjør, at eginogn felagsins er vorðin negativ.

Tí eru týðandi óvissur um framhaldandi rakstur.

Felagið skrivar sjálvt, at felagið skal kloyvast, so tað bara hevur tvey fiskavirki eftir.

Skipini og skuld teirra vera kloyvd til onnur feløg.

Hetta fer at endurreisa eginognina hjá Faroe Origin, sigur felagið.   


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109