Eykajáttanin átta milliónir minni enn væntað

Eykajáttanin átta milliónir minni enn væntað
Endurgjaldið til skipasmíð lækkar, og heilsutrygdarveitingarnar og sjúkraviðgerðir uttanlands lækka eisini
Nú eykajáttanarlógin er komin aftur úr fíggjarnevndini er hon góðar átta milliónir minni, enn lagt var upp til í uppskotinum frá landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.11.2024 - 09:59

Eykajáttanin fyri september verður 8,1 millión krónur minni, enn uppskotið í september legði upp til.

Biðið verður nú um 75,4 milliónir krónur og ikki 83,5 milliónir, sum upprunaliga ætlað.

Ein samd fíggjarnevnd hevur skrivað álit í málinum.

Broytingarnar koma, tí endurgjald til skipasmíð lækkar 1,5 milliónir, heilsutrygdarveitingar lækka fýra milliónir, og játtanin til Landssjúkrahúsið og viðgerð uttanlands lækka  2,6 mió. kr

 

12 milliónir skulu játtast til Dalstunnilin, so arbeiðið verður framskundað.

 

Fámjins- og Dalstunnilin 

Av teimum 75,4 milliónir krónunum, skal Fámjinstunnilin hava 33 milliónir krónur aftrat, so tunnilin kann gerast liðugur.

Í  eykajáttanini verður biðið um 19 milliónir krónur í ár, og eftir ætlan skulu 14 milliónir játtast á fíggjarlógini næsta ár.

Hetta hevur við sær, at samlaði prísurin fyri Fámjinstunnilin verður 285 milliónir krónur.

Eisini verður biðið um eykajáttan upp á 12 mió. kr. til Dalstunnilin í ár, soleiðis at arbeiðið kann framskundast, og farleiðin til Dals verður skjótari liðug. Hetta merkir, at samlaða játtanin í ár verður 37 mió. kr. og ikki 25 milliónir krónur, sum ætlað. 

 

Ætlanin er at keypa Kerit til Heilbrigdi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Rampa og Kerit

Og so verður biðið um 7,7 milliónir krónur til at flyta hydraulisku rampuna úr Skopun til Syðradals, so at Teistin kann røkja Kalsoyarleiðina, til nýggja ferjan, sum í løtuni verður prosjekterað, er bygd.

Biðið verður eisini um 17 milliónir krónur til Heilbrigdi, so at viðgerðarstovnurin kann flyta inn í nunnukleystrið Kerit í Havn, í staðin fyri at byggja nýggjan stovn. 

Av teimum 17 milliónunum, sum biðið verður um, skulu 12 milliónir krónur brúkast at keypa húsini, umframt fimm milliónir at dagføra tey til endamálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109