Nógvar umsóknir um at fáa arbeiðsmarknaðargjøld endurgoldin

Nógvar umsóknir um at fáa arbeiðsmarknaðargjøld endurgoldin
Sami leistur verður væntandi brúktur at rinda bæði arbeiðsmarknaðargjøld og heilsutrygdargjald aftur
Umsóknirnar um at fáa arbeiðsmarknaðargjøld endurgoldin verða viðgjørdar, tá niðurstøða er gjørd um afturrindan og um tíðarskeiðið, afturrindað verður fyri, sigur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.11.2024 - 10:02

Taks hevur nógvar umsóknir liggjandi fyri árini fyri 2019. 

Tær vera viðgjørdar, tá niðurstøða er gjørd um afturrindan og um tíðarskeiðið, afturrindað verður fyri. 

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Grím Sundstein, løgtingsmann.

Hann spurdi um afturrindan av arbeiðsmarknaðargjaldi, sum er goldið í ósamsvari við norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd árini fyri 2019. 

 

Grímur Sundstein. 

 

Hann spurdi um fyrningarfreistina, sum er fimm ár. 

Ruth Vang sigur, at Heilsumálaráðið ger lógaruppskot, sum skal fáa ráðnum heimild til at afturrinda teimum heilsutrygdargjald, sum fyri sama tíðarskeið hava goldið bæði heilsutrygdargjald, og eru kravd eftir sosialum gjøldum í øðrum Norðurlandi.

Avgerð um at rinda aftur arbeiðsmarknaðargjøld og um, hvussu langt farið verður aftur í tíð, verður ætlandi tikin við støði í sama leisti, sum verður brúktur til at rinda aftur heilsutrygdargjald.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109