Skúlasamstarv heldur fram

Skúlasamstarv heldur fram
Fuglafjarðar kommuna og Eysturkommuna fara væntandi at halda fram við samstarvinum um framhaldsdeild.
Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu
 
05.11.2024 - 19:50

Skúlasamstarvið Framvit, sum er samstarv um framhaldsdeildina millum Fuglafjarðar kommunu og Eysturkommunu fer at halda fram - í hvussu er eina tíð afturat.

Eysturoyarportalurin skrivar, at nýggj avtala er á gáttini, og at talan er um eitt ískoytið til verandi sáttmála, við millum annað einum styttri áramáli og øðrum løgugjaldi. 

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, hevur annars áður hótt við at slíta skúlasamstarvið, og so skuldi Eysturkommuna stovna egna framhaldsdeild.

9. mars í ár segði Per Martin Gregersen við Kringvarpið, at nógv talaði fyri at Eysturkommuna sjálv fór at skipa eina framhaldsdeild. 

Men nú tykist vend vera komin í. Kringvarpið hevur tosað við Per Martin Gregersen og spurt, hví hann nú hevur hálsað um og broytt støðu.

Hann vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið, men sigur tó, at ætlanin er at stytta sáttmálan, at hava eitt annað løgugjald og hava ein ventil í, so til ber at sleppa úr sáttmálanum eftir ávísum treytum.

Eyka býráðsfundir vera bæði í Eysturkommunu og í Fuglafjarðar kommunu fríggjadagin, har støða skal takast til broytta sáttmálan. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109