Leingja uppihaldsloyvi til ukrainsk flóttafólk til 2026

Leingja uppihaldsloyvi til ukrainsk flóttafólk til 2026
Hálvan september vóru 230 uppihaldsloyvi latin. Talan er um 132 kvinnur, 31 menn og 67 børn
Bjarni Kárason, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur lagt uppskot fyri tingið um at leingja uppihaldsloyvi hjá ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
05.11.2024 - 08:15

Freistin, sum ukrainsk flóttafólk kunnu vera í Føroyum, verður nú longd til 17. mars 2026.

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, hevur heitt á danska ráðharran í útlendinga- og integratiónsmálum um at leingja tíðarskeiðið at lata fyribils uppihaldsloyvir til fólk, sum eru rikin úr Ukraina, í eitt ár.

Hesum tekur danski ráðharrin í útlendinga- og integratiónsmálum undir við.

Bjarni Kárason Petersen hevur lagt uppskotið fyri løgtingið. 

 

143 ukrainar hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi, meðan umleið 49 fólk eru farin úr Føroyum aftur. (Savnsmynd)

 

230 loyvi

Útlendingastovan upplýsir, at hálvan september 2024 vóru tilsamans 230 fyribils uppihaldsloyvi latin burturriknum ukrainum í Føroyum. Talan er um 132 kvinnur, 31 menn og 67 børn.

143 fólk hava fingið framlongt sítt uppihaldsloyvi, meðan umleið 49 fólk eru farin úr Føroyum aftur.

Útlendingastovan  upplýsir, at tilsamans hava 255 fólk biðið um fyribils uppihaldsloyvi í Føroyum eftir Ukraina-serlógini. 13 hava fingið sýtt uppihaldsloyvi. Tey flestu hava kært avgerðina. Av hesum hevur eitt fólk fingið viðhald, og seks fólk eru farin úr Føroyum aftur, áðrenn tey fingu svar um kæruna. 

Markið upp á 250 uppihaldsloyvi, sum er ásett í Ukraina-serlógini, er sostatt um at verða rokkið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
RagnarRokk: Mika Grönholm um Coming Home
182857
Hósdag 21. november
«Dómur heimsins»
183980
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981
Hósdag 21. november
Andaktin
183979
Hósdag 21. november
Andaktin
183977