Bakkafrost næstan 100 milliónir verri

Bakkafrost næstan 100 milliónir verri
Lágir laksaprísir, ILA í tveimum ringum í Vági og verkfallið gjørdu fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrosti í triðja ársfjórðingi verri enn í triðja ársfjórðingi í fjør
Bakkafost í Skotlandi.
 
05.11.2024 - 07:04


Lágir laksaprísir, ILA í tveimum ringum í Vági og verkfallið gjørdu fíggjarliga úrslitið hjá Bakkafrosti í triðja ársfjórðingi verri enn í triðja ársfjórðingi í fjør.

Rakstrarúrslitið í triðja ársfjórðingi hjá Bakkafrost-samtakinum var 173 milliónir krónur.

Tað var 269 milliónir í triðja ársfjórðingi í fjør.

Fyri at varðveita kappingarførið hevur Bakkafrost sett nógv sparitiltøk í verk í Skotlandi.

Eitt tiltak var lata aftur virkið í Marybank í juli.

Laksaprísurin var lágur allan ársfjórðingin.

Men serliga í fyrru helvt í 2025 væntar Bakkafrost høgar laksaprísir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947