Vilja gera ættleiðingaravtalur við øll Norðurlond

Vilja gera ættleiðingaravtalur við øll Norðurlond
Danish International Adoption gevst við fremmandaættleiðingum, og hesin felagsskapur hevur eisini miðlað ættleiðingar í Føroyum
DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum miðlaði ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum. (Savnsmynd)
 
04.11.2024 - 11:37

Mikudagin fer løgtingið at viðgera broytingar í lógini um ættleiðing.

Landsstýrið vil sleppa at gera avtalur um ættleiðing við øll Norðurlond og ikki bara við Danmark, sum galdandi lóg sigur.

16. januar boðaði felagsskapurin Danish International Adoption, DIA, frá, at tey fara at gevast við at miðla altjóða fremmandaættleiðingar. 

DIA er einasti felagsskapur í Danmark, sum miðlaði ættleiðingar í Danmark og harvið eisini í Føroyum.

 

Fyribils staðseting

Uppskot er eisini um fyribils staðseting hjá barni, sum verður ættleitt uttan samtykki.

Endamálið við tí er at tryggja, at føroyingar kunnu greipast við eitt barn, sum er føtt í ríkinum og leysgivið til ættleiðing, tað sum eitur innanlands fremmandaættleiðing. 

Fylgibroytingar vera gjørdar í foreldramyndugleikalógini, so tey, sum barnið fyribils verður staðsett hjá, fáa foreldramyndugleikan, so leingi barnið fyribils er staðsett.

 

Tingfundur í dag

Tingfundur er í dag klokkan 13. 

Bara framløga er á skránni. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109