Viðmerkjari: Býráðsvalið er ikki longur eitt val um Heðin Mortensen

bannari
Viðmerkjari: Býráðsvalið er ikki longur eitt val um Heðin Mortensen
Stór sannlíkindi er fyri, at Javnaðarflokkurin missir borgarstjórasessin í Tórshavnar býráð, sigur Ingi Sanuelsen, redaktørur
Politiskur viðmerkjari heldur, at stór sannlíkindi eru fyri, at Javnaðarflokkurin missir borgarstjórasessin í Tórshavnar býráð eftir valið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2024 - 13:37

- Heðin Mortensen hevur mist valdið í Javnaðarflokkinum, og tað merkir, at býraðsvalið í Havn ikki longur er eitt val um Heðin Mortensen ella ikki.

Tað sigur Ingi Samuelsen, redaktørur á Vikuskiftisblaðnum hjá Portal.fo, sum hevur kunngjørt veljarakanning hjá spyr.fo.

Hann sigur, at orrustan í Javnaðarflokkinum, sum endaði við, at fýra býráðslimir hjá flokkinum nú stilla upp fyri Kommunulistan, fer at kosta.

Stór sannlíkindi eru fyri, at Javnaðarflokkurin missir borgarstjórasessin í Tórshavnar býráð eftir valið, sigur Ingi Samuelsen.

 

Sambært kanningini hjá spyr.fo fær Elsa Berg flestar atkvøður á listanum hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Havn. (Mynd: Gilli Brend í Hoyvík)

 

Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin størstir

Kanningin hjá spyr.fo vísir, at Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa hvør síni trý umboð í býráðið.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Kommunulistin fáa tveir sessir í part, meðan Borgaralistin fær ein sess.

Hvørki Framsókn ella Miðflokkurin fáa umboð í býráðið, vísir kanningin. 

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við Inga Samuelsen, sum var gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum á middegi:


 

04112024_Ingi_um_veljarakanning

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749