Eykajáttanarlóg: Brúk er fyri minni pengum

Eykajáttanarlóg: Brúk er fyri minni pengum
Endurgjaldið til skipasmíð er 1,5 milliónir kr. minni, og nýggj meting vísir, at játtanin til Heilsutrygd kann minka tilsamans níggju milliónir
Nú vísir tað seg, at brúk er fyri minni pengum, enn biðið var um á eykajáttanarlógini fyri september, m.a. til Heilstrygd og sjúklingaviðgerðir uttanlands.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2024 - 09:08

Endurgjald til skipasmíð er 1,5 mió. kr. minni enn metingin, sum er gjørd í sambandi við eykajáttanarumbønina, sum kom í september. 

Biðið var um 17,8 millónir krónur, men brúk er bara fyri 16,3 milliónum.

Í fíggjarlógini eru frammanundan 5,2 mió. kr.

Øll játtanin í ár er longu brúkt. Talan er um fýra verkætlanir. 

Størsta verkætlanin er frystitrolarin hjá P/f Hvanngarði, sum hevur søkt um 12,8 mió kr. í endurgjaldi. 

 

Níggju milliónir minni til Heilsutrygd

Og framrokningar hjá Heilsutrygd vístu fyrr í ár, at útreiðslurnar vera fimm mió. kr. minni enn játtað. 

Nýggj meting sigur nú, at játtanin kann minka fýra milliónir aftrat.

Játtanin minkar tí níggju milliónir krónur sambært broytingaruppskoti frá Fíggjarmálaráðnum.

Í vár var heilivágsnýtslan serliga stór. Tá var mett, at tann gongdin helt fram alt árið.

Og sjúklingaviðgerðir uttanlands kosta eina millión minni enn mett í september.

Biðið verður nú um fýra milliónir.

Og játtanin hjá Landssjúkrahúsinum til flutning og uppihald kann minka 1,6 mió. kr. niður í eina millión. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109