Almannaveitingar verða javnaðar við 3,6 prosentum næsta ár

Almannaveitingar verða javnaðar við 3,6 prosentum næsta ár
Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir
 
04.11.2024 - 08:07

Javningarprosentið til almannaveitingar verður 3,6 næsta ár, boðar Almanna- og Mentamálaráðið frá.

Í ár er javningarprosentið 3,8, sum er nakað meira enn undanfarin ár.

Javningarprosentið er árliga prosenttalið, sum flest allar almennar veitingar og pensjónir skulu javnast eftir.

Javningarprosentið verður útroknað sum miðaltalið av prosentvísu broytingini í lønarkarminum hjá Fíggjarmálaráðnum í tólv mánaða skeiðnum, sum endaði 1.oktober í ár, og prosentvísu broytingini í brúkaraprístalinum annan ársfjórðing í ár sammett við annan ársfjórðing í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109