Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi

Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi
Tað hevur flokkurin júst avgjørt á eykaflokstingi á Hotel Føroyum
Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2024 - 13:38

Á eykaflokstingi seinnapartin hava tey í Tjóðveldi valt Sirið Stenberg, sum nýggja forkvinnu í flokkinum.

Valið stóð millum Sirið Stenberg og Bjørt Samuelsen, eftir at Høgni Hoydal legði frá sær sum formaður fyri góðari viku síðani.

Sirið Stenberg fekk 27 atkvøður og Bjørt Samuelsen 21.

Løtan, tá tað gjørdist greitt, at Sirið Stenberg er nýggj forkvinna í Tjóðveldi.

 

Mynd: Hansa Hansen

 

Sirið Stenberg er 56 ára gomul og kemur úr Vági.

Sirið Stenberg er í løtuni landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109