Tey, sum arbeiða uttanlands, skulu eisini fíggja skattalættan

Tey, sum arbeiða uttanlands, skulu eisini fíggja skattalættan
Á nýggjárinum verður skatturin javnsettur, so tey, sum abeiða uttanlands, ikki longur fáa fyrimun
Ruth Vang er landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
 
01.11.2024 - 14:05

Skattaummleggingin hjá landsstýrissamgonguni er mett at kosta tilsamans 200 milliónir kr., 100 milliónir í ár og 100 milliónir aftrat næsta ár.

Av hesum skulu 50 milliónir fíggjast við at javnseta skattin.

Á nýggjárinum skulu tey, sum arbeiða uttanlands, rinda millum 2.000 og 5.000 kr. meiri í skatti um mánaðin.

Tá verður skatturin javnstillaður, so tey, sum arbeiða uttanlands, ikki longur hava fyrimun, men skulu rinda munin millum útlendska og føroyska skattin.

Avgerðin um hesa broyting í skattaskipaninni var samtykt fyri einum ári síðani. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

01112024_Ruth_um_skatt

 

Sí eisiniFøroyingar í Noregi fara at gjalda meira í skatti


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109