Kæran um Dennis Holm: Nevndin bíðar eftir uppriti frá umsitingini

Kæran um Dennis Holm: Nevndin bíðar eftir uppriti frá umsitingini
Landsstýrismálanevndin hevur fund, tá uppritið er komið er komið
Landsstýrismálanevndin bíðar eftir uppriti frá umsitingini um kæruna um Dennis Holm.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2024 - 08:54

Landsstýrismálanevndin bíðar enn eftir uppriti frá umsitingini hjá løgtinginum um kæruna um Dennis Holm, landsstýrismann.

Árni Skaale, løgtingstingmaður, kærdi Dennis Holm um svartkjaftabýtið.

Tað var 5. mai.

Dennis Holm læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvota við hámarki. 

Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini, sigur, at nevndin hevur fund, tá uppritið frá umsitingini er komið.

Og nevndin hevur í síðstu viku fingið eitt nýtt mál.

MEGD hevur klagað landsstýrið fyri ikki at senda lógaruppskot til hoyringar, áðrenn tey fara í løgtingið.

Eitt dømi er lógin um tillagað størv.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109