- Tað snýr seg um, hvør atkvøður fyri tær, heldur enn hvør stillar teg upp

- Tað snýr seg um, hvør atkvøður fyri tær, heldur enn hvør stillar teg upp
Bjørt Samuelsen, sum er í uppskoti til at gerast forkvinna í Tjóðveldi, kennir seg hava stuðul úr Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.10.2024 - 19:17

- Tað er ikki avgerandi, hvør skjýtur teg upp sum valevni, men hvør atkvøður fyri tær, sigur Bjørt Samuelsen, sum sjálvonnur er í uppskoti til at gerast forkvinna í Tjóðveldi.

Øll økisfeløgini uttan Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag høvdu hvør sítt uppskot til, hvør frameftir skal standa á odda fyri Tjóðveldi, eftir at Høgni Hoydal fríggjakvøldið boðaði frá, at hann legði frá sær.

 

Roynt at fingið viðmerking

Vit hava roynt allan dag at fáa samband við formannin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, men hann hevur ikki svarað okkum.

Vit hava eisini roynt at fáa orðið á Sirið Stenberg, sum er hitt valevnið til forkvinnusessin. Hon er upptikin á norðurlendskum ráðharrafundi í Reykjavík og hevur ikki vent aftur.

Hervør Pálsdóttir verður næstforkvinna í Tjóðveldi, sum hevur floksting í Havn leygardagin.

 

Hoyr samrøðu við Bjørt Samuelsen her:

Bjort_Samuelsen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109