Uppskotið um misálit verður neyvan samtykt

Uppskotið um misálit verður neyvan samtykt
Orðaskiftið í tinginum higartil bendir á, at bara andstøðan fer at atkvøða fyri uppskotinum um misálit á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, lýðir á tingfólk, sum hava orðið um uppskotið frá andstøðuni um misálit.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2024 - 14:39

Orðaskiftið um uppskotið hjá formonnunum í andstøðuflokkunum um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum, bendir higartil á, at bara andstøðan tekur undir við uppskotinum. 

Løgtingið hevur síðan klokkan trý korter til tólv umrøtt misálitisuppskotið.

Málið snýr seg um, um Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, tilvitað ella av grovum ósketni hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.

 

Uppskotið fellur

Ein samlað andstøða stendur saman um at atkvøða fyri einum misáliti á landsstýriskvinnuna, men higartil hava ikki verið ábendingar um, at nakar frá samgonguni fer at atkvøða fyri, og sostatt fellur uppskotið helst.

Eitt misálitisuppskot skal hava meirluta. Samgongan telur 18 atkvøður, og andstøðan telur 15 atkvøður. Sostatt skulu tvey frá samgonguni fara yvirum, skal uppskotið vera samtykt.

Enn hevur eingin frá samgonguni sagt seg vilja atkvøða fyri. 

Sólvit Nolsøe frá Framsókn segði á tingsins røðarapalli, at orðingin, sum alt hóvastákið er um, er tikið úr einum samanhangi, og tí fara framsóknarfólkini ikki at atkvøða fyri. 

 

Tjóðveldi fylgir landsstýrismálanevndini

Floksleiðsla og aðalstjórn hjá Tjóðveldi hava í tíðindaskrivi, sum er sent út klokkan 13.05, boðað frá, at tey eru samd um at fylgja niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at lýsa málið um landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum.

Og hetta segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eisini í tinginum fyri løtu síðani.

Sostatt bendir alt, at samgongan fer ikki at taka undir vð uppskotinum um misálit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109