VIKUKJAKIÐ: Frítt hash til føroyingar

VIKUKJAKIÐ: Frítt hash til føroyingar
Steinar Patursson, Maria Ziskason og Suni Poulsen mannaðu vikukjakið í Vikuni
Steinar Patursson, Maria Ziskason við Akseli og Suni Poulsen
Mynd: Ingi Rasmussen  
 
19.10.2024 - 13:18

Skulu vit legalisera hash og veikari rúsevni?

Tað heldur Suni Poulsen, sálarfrøðingur, meðan Steinar Patursson og Maria Ziskason himpraðust.

Tey viðgjørdu spurningin, nú vit hoyra afturvendandi søgur um kriminell harkalið, sum tjena pengar við at innflyta og selja rúsevni til føroyska ungdómin.

Vóru tey ósamd um rúsevnini, so vóru tey samd um at vera provokerað av tíðindunum um, at Posta-stjórin fær fulla løn í seks mánaðir og bonus við sær, sjálvt um hann sjálvur hevur sagt upp eftir bert 10 mánaðum í starvinum.

Tey kjakaðust eisini um tað nýggjasta í kommunuvalinum, sum sær út til at gerast serstakliga spennandi í Havn.

1703360

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050