Ungir føroyskir kokkar kappast í Íslandi

Ungir føroyskir kokkar kappast í Íslandi
Evnaríkir ungir kokkar úr teimum fýra NORA-londunum: Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noregi kappast í dag í finaluni í Arctic Young Chef kokkakappingini í Hørpu í Reykjavík
Jógvan Winther Poulsen og Sebastian Jiménes Garcia matgera.
Mynd: Sigrún Brend  
 
19.10.2024 - 12:47

Kokkarnir skulu vísa matlistarligu førleikar sínar og gera rættir, sum lýsa ríku og burðardyggu rávørurnar í arktiska køkinum.

Sebastian Jiménes Garcia, høvuðskokkur á matstovuni Ræst umboðar Føroyar í finaluni.

Sigrún Brend var stødd í Hørpu, áðrenn finalan fór í gongd, har fekk hon orðið á Jógvan Winther Poulsen, hjálparkokk hjá Sebastiani í finaluni, stutt fyri, at finalan byrjaði fyrrapartin.
 

Hoyr innslagið í útvarpstíðindunum

1703334

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050