Landsbankastjórin: Suðuroyartunnil fer sannlíkt at gera ratingina verri

Landsbankastjórin: Suðuroyartunnil fer sannlíkt at gera ratingina verri
Landskassin fer at fíggja tunnilin, og tí veksur skuldin. Roknast kann eisini við, at rentan fer at hækka, sigur Malan Johansen
Malan Johansen er landsbankastjóri.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.09.2024 - 14:04

Føroyar varðveita somu kredittmeting hjá Moody´s.

Ratingin eitur Aa2 við støðugum útlitum.

Føroyar hava við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig.

Malan Johansen, landsbankastjóri, sigur, at hetta eru góð tíðindi.

Men støðan kann broytast, um farið verður undir at gera Suðuroyartunnil, tí tá veksur skuldin munandi, og mest sannlíkt er, at ratingin versnar.

Malan Johansen sigur, at ferðslan í Suðuroyartunlinum fíggjar ikki einsamøll tunnilin, men landskassin. Og landskassin kann vænta, at rentan eisini hækkar. 

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Maluna Johansen, landsbankastjóra, í útvarpstíðindunum:

 

18092024_Malan_um_rating

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109