Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar vera í fokus á The Great Escape næsta ár
Føroyar vera í fokus á The Great Escape næsta ár
"Tað er ein stórhending, at heimskendur festivalur sum The Great Escape velur at seta sjóneykuna á eitt so lítið land sum Føroyar," staðfestir Glenn Larsen, stjóri í FMX
Mynd: Waterbear
17.09.2024 - 10:03
Heimskend tónleikanøvn sum Adele og Ed Sheeran, Sigrid, Aurora, Rag’n’Bone Man, John Grant, Wet Leg, Charli XCX, Mø, Bastille, Christine & The Queens, Ben Howard, Bon Iver, Mumford & Sons, Highasakite og Laura Marling, fyri at nevna nøkur, hava brúkt tónleikafestivalin The Great Escape í Brighton, Onglandi, sum lopfjøl til eina tónleikayrkisleið.
Í nøkur ár hava føroysk tónleikanøvn eisini luttikið á The Great Escape, ið er kendur fyri at vera ein showcase-festivalur, har fólk í tónleikavinnuni finna nýggj talent, og har áhoyrarar fáa møguleika at uppliva tónlistafólkini í einum meira nærverandi umhvørvi, áðrenn tónlistafólkini seinni fara at spæla á teimum stóru tónleikapallunum kring heimin.
Í fjør luttóku Elinborg, Aggrasoppar og Joe & The Shitboys á The Great Escape, og alternativi føroyski hipp hopp-bólkurin Aggrasoppar bleiv eisini valdur at vera tónlistarliga mest áhugaverdi bólkurin av øllum.
So væl hava føroysku tónlistafólkini staðið seg á The Great Escape, at kendi festivalurin hevur valt at seta sjóneykuna á Føroyar næsta ár, ið merkir, at Føroyar vera í fokus sum tónlistaland á festivalinum næsta ár.
Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, FMX, kallar tað eina sensasjón, at Føroyar vera í fokus á The Great Escape næsta ár (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Les eisini: Aggrasoppar vunnið fínan altjóða tónleikaheiður
Fer at lata nógvar dyr upp
Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export, FMX, er ikki í iva.
"Hetta eru einki minni enn stórtíðindi fyri føroyska tónleikapallin og fyri Føroyar sum land, tí tað fer uttan iva at lata nógvar dyr upp fyri føroyskum tónleiki á altjóða tónleika- og mentanarpallinum", sigur Glenn Larsen, stjóri í Faroe Music Export (FMX).
The Great Escape Festival, sum varir í tríggjar dagar og verður hildin í Brighton í Onglandi í mai á hvørjum ári, varð stovnaður í 2006. Hann verður mettur at vera tann størsti festivalurin av sínum slagi í Evropa, tí á festivalinum er eitt fjølbroytt úrval av tónleikabólkum og tónlistafólkum, sum spæla á fleiri enn 30 pallum kring allan býin.
Festivalurin dregur eisini fólk til sín úr øllum herðashornum í Evropa og øðrum pørtum av heiminum og hevur ofta víst seg at gerast ein avgerandi lopfjøl fyri yrkisleiðina hjá nógvum tónlistafólkum.
Tónlistafólkini fáa eitt heilt serligt høvi at vísa seg og sín tónleik fram fyri teimum allarstørstu og týdningarmestu aktørunum í serliga live-tónleikaíðnaðinum.
Væntandi verða um 16.500 áhoyrarar og meira enn 4.500 umboð úr tónleikavinnuni á festivalinum næsta ár.
Fríði Djurhuus og hinir í Joe and the Shitboys hava eisini gjørt vart við seg á The Great Escape (Mynd: Jamie MacMillan)
Upp til átta føroysk tónleikanøvn við
At Føroyar vera í fokus sum tónleikaland, merkir, at á The Great Escape í 2025 verður lagdur serliga stórur dentur á Føroyar.
"Vit fara at hava upp til átta tónlistanøvn við. Tey spæla minst tvær konsertir hvør, ið verða partur av almennu skránni hjá festivalinum, umframt at vit fara at hava tvey eyka tiltøk, sum vit sjálv skipa fyri," greiðir Glenn Larsen, stjóri í FMX, frá.
"Vit fáa eisini pláss í pallborðskjakunum, og vit fara at hava okkara egnu móttøku og eitt netverkstiltak fyri umleið 200 umboðum og tíðindafólkum. Hetta verður á almenna høvuðsøkinum fyri tey altjóða umboðini. Harumframt fáa vit gleðina av einum risastórum marknaðarføringarpakka. Í dag fer eitt tíðindaskriv út í øllum Evropa um hetta. Sum ein stórur eykaágóði kann vera, at vit fáa føroysk tónlistafólk við í kickoff-tiltøk hjá festivalinum í London frá í heyst fram til næsta ár."
The Great Escape: Føroyingar hava bergtikið
Í tíðindaskrivinum, sum The Great Escape hevur sent út, stendur:
"The Great Escape er longu bergtikið av føroysku tónlistafólkunum og av framførslunum, ið Joe & The Shitboys, Aggrasoppar, Elinborg og Brimheim hava havt á festivalinum. Nú Føroyar fara at trína mitt inn í altjóða kastiljósið sum 'Lead Country Partner' (fremsta samstarvsland) á festivalinum næsta ár, fer Faroe Music Export-skrivstovan at seta saman eina skrá við einum breiðum úrvali av landsins fremstu tónlistatalentum."
Rory Bett, stjóri fyri MAMA Festivals & VIP Nation Europe, verður eisini endurgivin í tíðindaskrivinum fyri at siga, at tað er ein framíhjárættur hjá The Great Escape at kunna varpa ljós á dugnaligu tónlistafólkini, sum koma úr einari so einastandandi tjóð sum Føroyum.
"Vit hava veruliga notið tær frálíku framførslurnar, ið føroysku tónlistafólkini áður hava havt, og vit klára næstan ikki at bíða eftir at sleppa at síggja alla breiddina av tónleikatalenti og kreativiteti, sum kemur úr Føroyum næsta ár."
Aggrasoppar hugtóku alt og øll á The Great Escape í ár (Mynd: Jamie MacMillan)
Ein stórhending
Millum lond, sum The Great Escape áður hevur sett sjóneykuna á, eru Spania, Italia, Bretland, Frakland, Noreg, Avstralia, Kanada, Holland og fleiri.
"At eitt so lítið land sum Føroyar bæði fær møguleikan, og verður mett at vera til reiðar til lyfta uppgávuna, fer uttan iva at fáa mong í altjóða mentanarheiminum til at spíla eygu og oyru upp. Eg rokni við, at hetta verður sæð sum ikki minni enn ein stórhending har úti í altjóða tónleikaheiminum”, staðfestir Glenn Larsen, stjóri í FMX.
Hvørji tónlistafólk og -nøvn, sum skulu spæla á The Great Escape, tá Føroyar vera í fokus í 2025, er nakað, sum fyriskiparatoymið hjá The Great Escape festivalinum sjálvt velur. Hetta verður kunngjørt seinni.
The Great Escape fer fram í Brighton frá 14. til 17. mai 2025.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV