Stillar upp fyri seinastu ferð - vil enda verkætlanir í kommununi

bannari
Stillar upp fyri seinastu ferð - vil enda verkætlanir í kommununi
Heðin Mortensen er valdur í Tórshavnar býráð 13 ferðir, fyrstu ferð í 1972. Seinastu valini hevur hann verið greiður toppskorari
Heðin Mortensen hevur verið borgarstjóri í Tórshavnar kommunu í 16 ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.09.2024 - 13:15

78 ára gamli Heðin Mortensen hevur verið býráðslimur í Havn í skjótt 52 ár, og hann hevur verið borgarstjóri í 16 ár.

- Tað er fyri at enda allar tær góðu verkætlanirnar, sum vit hava sett í gongd, og sum vit hava sett okkum fyri skulu gjøgnumførast, sigur Heðin Mortensen við in.fo.

Heðin Mortensen er 78 ára gamal. Men aldurin heldur honum ikki aftur.

 

Síðsta skeiðið

- Eg vil siga tað soleiðis, at tá tú ert so væl fyri, og tú hevur nakað at bjóða borgarunum, so haldi eg, at eg eigi at taka eitt skeið afturat, sum so verður tað síðsta skeiðið hjá mær, um veljarin vil hava meg,  sigur Heðin Mortensen í samrøðuni við in.fo.

Heðin Mortensen er valdur í Tórshavnar býráð 13 ferðir. Fyrstu ferð í 1972, á uttanflokkalistanum hjá Peturi í Gong. Ta ferðina fekk hann 71 atkvøður og gjørdist nummar trý á listanum.

Fimm ferðir varð hann valdur í býráðið fyri Sambandsflokkin, áðrenn hann skifti yvir í Javnaðarflokkin, har hann hevur verið valdur síðani 2008.

 

Greiður toppskorari

Seinastu býráðsvalini hevur Heðin Mortensen verið greiður toppskorari til býráðsvalið í Havn. Í 2016 fekk hann 2506 atkvøður, og á kommunuvalinum í 2020 fekk hann 2284 atkvøður. 

Góða valið hjá Heðini Mortensen - og Javnaðarflokkinum - til seinasta býráðsval, gjørdi, at Javnaðarflokkurin fekk seks býráðslimir, og kundi skipa meiriluta saman við einsamalla umboðnum fyri Sambandsflokkin.

- Eg havi brúkt alt lívið uppá býráðið, Havnin og Tórshavnar Kommuna er tað fremsta hjá mær, og eg vil fegin hava, at Havnin er fyrst og fremst, sigur Heðin Mortensen við in.fo fyrrapartin.

Hoyr samrøðu, sum Jógvan Skeel Nolsøe gjørdi við Heðin Mortensen, sum var gestur í útvarpsstovuni í tíðindunum klokkan 12.20:

 

06092024_Hedin_Mortensen


 

Sí videobrot við Heðini Mortensen á in.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948