MEST fingið endaligt byggiloyvi til turrdokk á Skála

MEST fingið endaligt byggiloyvi til turrdokk á Skála
Spakin verður settur í í heyst, og fyrsta skipið kemur væntandi í dokkina um tvey ár
Runavíkar býráð hevur nú samtykt at geva endaligt byggiloyvi til turrdokkina.
 
30.08.2024 - 12:52

Skipasmiðjan MEST hevur fingið endaligt byggiloyvi til at gera turrdokk á Skála. 

Tað samtykti Runavíkar kommuna í gjárkvøldið.

Mourtiz Mohr, stjóri í MEST, fegnast um avgerðina:

 

30082024_Turrdokk_1

 

Mouritz Mohr er stjóri í MEST.

 

Nýggj bryggja verður gjørd eystan fyri verandi bryggju, so at skip, sum stinga upp til 12 metrar, kunnu liggja við atløgusíðuna og í dokkini.

Verkætlanin er fleiri ferðir broytt hesi árini, meðan bíðað hevur verið eftir byggiloyvi:

 

30082024_Turrdokk_2

 

 

Nýggja turrdokkin kann taka øll skip í Føroyum uttan Norrønu, - t.e. skip, sum eru upp í 150 metrar long, 30 metrar breið og 12 metrar djúp.

Spakin til dokkina verður settur í í heyst, og fyrsta skipið kemur væntandi í dokkina um tvey ár.

Prísurin er ikki almennur.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109