Hassjmálið: Tveir menn fingu harðari revsing í Landsrættinum

Hassjmálið: Tveir menn fingu harðari revsing í Landsrættinum
Menninir fingu ávikavist tveir og tríggjar mánaða fongsulsrevsing aftrat, men hetta er minni enn ákæruvaldið kravdi
Landsrætturin herdi revsingina hjá tveimum ungum monnum í stóra hassjmálinum.
 
29.08.2024 - 10:22

Ákæruvaldið fekk Landsrættin at døma tveir ungar menn, sum vóru ákærdir í sonevnda stóra hassjmálinum, harðari revsing enn teir fingu í Føroya rætti.

Teir fingu tvey ár og sjey mánaðir og tvey ár og tríggjar mánaðir í Føroya rætti.

Í Eystari landsrætti fingu teir ávikavist tveir og tríggjar mánaðir aftrat.

Hetta er tó minni, enn ákæruvaldið kravdi. Tað kravdi ikki minni enn trý ár.

Menninir hava verið í varðhaldi í meira enn eitt ár. Og har eru teir enn, men nú sita teir dómin.

 

50,5 kilo av hassji

Málið er stórt, tí talan er um 50,5 kilo av hassji.  

Ein triði maður, hann er úr Litava, var fríkendur fyri at hava smuglað og selt rúsevni, men hann er dømdur fyri harðskap, hóttanir eftir lívinum og frælsistøku av tí eina føroyinginum. 

Hann fekk fýra mánaðir og var vístur av landinum. 

Hann hevur ikki søkt um endurgjald fyri tíðina, hann var í varðhaldi longur enn hann var dømdur at sita.

Ákæruvaldið appelleraði ikki fyri frídømingina fyri hassjið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Mikudag 5. mars
LEITISSTEIN 04.03.2025
188686
Mikudag 5. mars
Góðan morgun Føroyar
188678
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428