19 ára gamli Torbjørn Hentze rann 134 km í 20 tímar í Havnardali

19 ára gamli Torbjørn Hentze rann 134 km í 20 tímar í Havnardali
Tað er hart fyri bæði kropp og sál at renna Backyard Ultra. Tað siga bæði vinnarin og fyriskiparin av rennikappingini Backyard Ultra, sum vitjaðu Summarmorgun
Torbjørn Hentze, vinnari av Tórshavn Backyard Ultra-renningini um vikuskiftið, og Hallur Holm, fyriskipari
Mynd: Góðan morgun Føroyar  
 
05.08.2024 - 10:17

Um vikuskiftið varð rennikappingin Backyard Ultra hildin annað árið árið á rað.

53 rennarar skuldu hvønn tíma renna 6,7 kilometrar, so ofta kroppurin og heilin orkaðu, inntil bara ein er eftir.

Í fjør var eingin vinnari, tí tveir teir seinastu rennararnir avgjørdu at steðga samstundis.

Men hesaferð bragdaði.

 

Torbjørn Hentze vann

Men klokkan fýra sunnumorgunin kom bara ein rennari á mál, og tað var ungi rennarin Torbjørn Hentze úr Bragdinum.

Tá hevði hann verið í gongd í 20 tímar og lagt góðar 134 kilometrar aftur um seg.

Torbjørn Hentze er komin í útvarpsstovuna í morgun saman við Halli Holm, sum var ein av fyriskiparunum.

 

1689030

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117