- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ukrainar rekast millum bústaðir
Tania er ein av flóttunum úr Ukraina, sum er flutt inn á gamla barnaheimið í Havn.
Í løtuni eru tey sjey, ið eru flutt inn, og tá øll eru komin uppá pláss, verða tey áleið 30, sum verða hýst á fýra ymiskum lonum við tilsamans 15 kømurum.
Hóast íbúðirnar rúma allar hentleikar, ávirkar støðan Taniu. Fyri hana er hetta ikki fyrstu ferð, at hon skal flyta.
Hon kom til Føroya fyri hálvum øðrum ári síðani, og hetta er sættu ferð, hon skal flyta.
At Tania ikki hevur havt ein støðugan bústað, síðani hon flutti til Føroya, ger hana kensluborna.
"Tað er ordiliga ringt, tí vit ongantíð væntaðu, at hetta skuldi verða okkara lív. Hvørja ferð vit skulu flyta er tað ordiliga stressandi, so tað er ringt at tosa um tað," sigur Tania, sum í innslagnum vil vera dulnevnd.