Nýggj lendisgøta við Norðaravatn í Skopun

Nýggj lendisgøta við Norðaravatn í Skopun
Við átakinum "Closed for Maintenence" savnast trettan fólk við Norðaravatn í Skopun at gera nýggja lendisgøtu.
Her við Norðaravatn í Skopun verður arbeitt við nýggjari lendisgøtu.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
01.05.2025 - 18:11

Arbeitt verður við lendisgøtu við Norðaravatn í Skopun. Verkætlanin er partur av átakinum "Closed for Maintenence".

Arbeiðið byrjaði í dag og heldur á fram til leygardagin. Trettan luttakarar eru við í verkætlanini við Norðaravatn.

Tað er Visit Faroe Islands, sum stendur fyri átakinum saman við kunningarstovum og kommunum í landinum.

Átakið, sum byrjaði í 2019, skipar fyri níggju verkætlanum kring landið í ár.

- Eg síggi hetta sum eitt høvi at leggja lunnar undir eina meira burðardygga ferðavinnu í Føroyum, sigur John Lacey úr Kanada, sum er við í arbeiðinum við Norðaravatn.


John Lacey úr Kanada er komin til Føroya saman við dóttrini og soninum at taka lut í verkætlanini (Mynd: Bárður Lydersen)


- Verkætlanin er eitt gott dømi um samstarv millum kommunu, bøndur og Visit Faroe Islands, heldur Anelia Philbrow, sum er búsitandi á Toftum.


Anelia Philbrow hevur tikið lut í átakinum "Closed for Maintenence", síðan átakið byrjaði í 2019 (Mynd: Bárður Lydersen)
 

- Við lendisgøtum sum hesari kunnu við leiðbeina ferðafólk og tryggja, at viðbrekna náttúran ikki verður oyðiløgd, sigur Louise Wittwer, luttakari í verkætlanini.
 


Louise Wittwer, luttakari, hevur búð í Føroyum í eitt hálvt ár (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Til verkætlanina við Norðaravatn í Skopun eru tey trettan í tali (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Vit hittu luttakararnar í Skopun í dag (Mynd: Bárður Lydersen)


 

Hoyr tey greiða frá innslagi í útvarpstíðindunum her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117