
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Tey flestu halda, at Suðuroyartunnilin skal kannast nærri

83 prosent av teimum spurdu siga, at projektering av Suðuroyartunlinum skal bíða, til neyvari kanningar eru gjørdar av jarðfrøði, trygd, farleiðum og øðrum.
Tað vísir nýggj spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Kringvarpið.
Fólk vórðu m.a. spurd, um tey halda, at avgerðin um at halda fram við projektering av Suðuroyartunlinum skal bíða, til neyvari kanningar eru gjørdar.
83 prosent svaraðu ja, 12 prosent svaraðu nei, og fimm prosent søgdu seg ikki vita.
Ikki raka haldførið
Fólk vórðu eisini spurd um sína støðu til Suðuroyartunnilin.
44 prosent svaraðu, at Suðuroyartunnilin skal bara gerast, um tað ikki rakar fíggjariga haldførið.
11 prosent svaraðu, at tunnilin skal gerast sum skjótast, 25 prosent siga, at tunnilin skal gerast, men málið skal fyrst kannast og lýsast betur, 18 prosent siga, at tunnilin skal als ikki gerast, og eitt prosent siga seg ikki vita.
500 fólk svaraðu kanningini, sum var gjørd í gjár.