Sirið Stenberg: Tjóðsavnið má fáa varandi goymsluloysn

Sirið Stenberg: Tjóðsavnið má fáa varandi goymsluloysn
Fyrst skal onnur goymsla fáast til vega, og síðani skal savnsøkið skipast, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum
Tjóðsavnið hevur bæði goymslu og framsýningarhøli í húsunum í Hoyvík.
 
05.07.2024 - 18:00

Ein samd fíggjarnevnd hevur játtað 1,4 mió kr. í eykajáttan til Tjóðsavnið, sum skal tryggja gripirnar á savninum, nú blámusoppur er staðfestur í goymsluni.

Støðan á Tjóðsavninum er álvarsom, og tí kom fíggjarnevndin saman í dag, hóast løgtingið er farið í summarfrí.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, fegnast um, at øll fíggjarnevndin tók undir við at játta pening til Tjóðsavnið. 

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Gripir á goymsluni eru fongdir av blámusoppi. (Mynd: Bárður Veihe)

 

Nú fer eitt størri arbeiði í gongd við at reinsa lutirnar. Men umframt bráðfeingis broytingarnar í goymsluviðurskiftunum, hevði tað verið best, um Tjóðsavnið fekk nýggj høli til at goyma mentanararvin í. Tað segði stjórin á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, við útvarpið í gjár.

Hesum tekur Sirið Stenberg undir við:

 

05072024_Sirid_1

 

Einaferð skal Tjóðsavnið fáa nýggj høli, men nær tað verður, kann Sirið Stenberg ikki siga. Fyrst skal nýggj goymsla fáast til vega, og síðani skal savnsøkið skipast:

 

05072024_Sirid_2

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948