Fíggjarnevndin viðger eykajáttan til Tjóðsavnið

Fíggjarnevndin viðger eykajáttan til Tjóðsavnið
Biðið er í fíggjarnevndarskjali um 1,4 mió. kr. at at reinsa gripir, sum hava fingið blámusopp í goymsluni hjá savninum
Fíggjarnevndin er boðað til fundar í dag at viðgera fíggjarnevndarskjal.
 
05.07.2024 - 08:25

Fyrrapartin í dag fer fíggjarnevndin hjá løgtinginum at viðgera fíggjarnevndarskjalið um at lata Tjóðsavninum 1,4 mió. kr. til at reinsa gripir, sum hava fingið blámusopp í goymsluni hjá savnsinum. 

Neyðugt er sum skjótast at flyta forngripirnar í goymsluni hjá Tjóðsavninum í annan bygning, eftir at ógvusligur blámusoppur er staðfestur í bygninginum.

Sambært fíggjarnevndarskjalinum hevur málið skund, tí støðan við blámusoppi í goymsluni í Hoyvík versnar hvønn dag, og gripirnir fáa varandi skaða. 

Starvsfólk á Tjóðsavninum fáa heldur ikki arbeitt í goymsluni. Hon er nú stongd. 

Arbeiðið at reinsa goymsluna og tryggja gripirnar verður mett at kosta 3,2 milliónir krónur næstu trý-fýra árini. 

Tørvur er alt fyri eitt á 1,4 milliónum krónum, so arbeiðið kann byrja nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Hósdag 9. januar
Góðan morgun Føroyar
186068
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981