Mark Cavendish fekk loksins Tour de France-met

Mark Cavendish fekk loksins Tour de France-met
39 ára gamli súkklarin av Isle of Man hevur nú vunnið samanlagt 35 teinar í stóru fronsku súkklukappingini, Tour de France. Tað er ein meir enn belgiska legendan, Eddy Merckx
Á tindinum: Mark Cavendish hevur nú vunnið flestar Tour de France-teinar av øllum
Mynd: Marco Bertorello/AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.07.2024 - 15:36

39 ára gamli spurtarin Mark Cavendish av Isle of Man hevur nú vunnið flestar teinar í heimsins størstu súkklukapping, Tour de France.

Við sigri á fimta teini í kappingini, sum byrjaði síðsta leygardag, frá Saint-Jean de Maurienne til Saint Vulbas, vann hann ein tein fyri 35. ferð og tók metið frá legendariska belgiska súkklaranum Eddy Merckx, sum vann tilsamans 34 teinar og sjálva kappingina fimm ferðir.

Mark Cavendish, sum nú súkklar fyri Astana Qazaqstan, vann í spurtinum á Jasper Philipsen.

Manoyingurin vann heili fýra teinar í 2021, men síðan hevur ikki gingið eftir vild. Í fjør var hann nær við, áðrenn hann breyt sær óstbeinið eftir samanstoyt. 

Mark Cavendish, sum eitt tíðarskeið stríddist við tunglyndi, vann sín fyrsta Tour de France-tein í 2008. Áðrenn tað kappaðist hann á Oyggjaleikum, har føroyskir súkklarar hava súkklað ímóti honum.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Hósdag 1. mai
RagnarRokk:Jerry Prütz um Manifesto
190922
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117