- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tænastugjald: 2.000 kr um mánaðin fyri tóm hús

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ætlar at leggja eitt uppskot fyri tingið í heyst um at geva kommununum heimild at seta tænastugjald á summarhús og hús, sum standa tóm.
Eitt slíkt tænastugjald kann koma upp á 2.000 krónur um mánaðin.
Tað metir Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hetta er tann upphæddin, sum kommunan í dag rindar í tænastum til øll hús í kommununi.
- Heilt fitt av tænastum verða veittar til øll hús í kommununi tilsamans. Og verða allar tænastur, sum eru knýttar at húsum, húsarhaldum og infrakervi tald við, ja, so liggur tað um eitt skattaprosent í Sunda kommunu. Tað er nærri 2.000 krónum um mánaðin, enn 1.500 krónur, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri.
Hoyr samrøðuna við Jógvan Kruse í tíðindunum kl 14.00, her: