5,4 fleiri ársverk í miðfyrisitingini enn í fjør

5,4 fleiri ársverk í miðfyrisitingini enn í fjør
Ársverkini í aðalráðunum kosta 133 mió. kr. í ár
Løgmaður sigur, at neyðugt hevur verið at seta fólk í sambandi við uppraðfestingar av ávisum málum. (Savnsmynd)
 
28.06.2024 - 11:28

Higartil í ár eru 5,4 ársverk fleiri í miðfyrisitingini enn í fjør.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í svari til Bárð á Steig Nielsen, løgtingsmann.

Landsstýrið, sum er nú, hevur politiskt uppraðfest nøkur øki, millum annað útlendingamál, umhvørvismál og barnamál, sigur løgmaður.   

Hendan uppraðfesting merkir, at neyðugt var at seta fólk til at lyfta hesar uppraðfestingarnar.

Ársverkini í aðalráðunum kosta 133 mió. kr. í ár.

Tey kostaðu 127,8 milliónir í fjør.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at Aksel V. Johannesen segði, tá samgongan var skipað, at ætlanin var, at miðfyrisitingin skuldi ikki kosta fleiri almennar skattakrónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109