- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingskvinna spyr, um útlendsk starvsfólk búgva á Skálagarði
Eru útlendsk starvsfólk komin at arbeiða á Skálagarði í Klaksvík, og nýta tey eisini íbúðirnar at búgva í?
Tað vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hava at vita.
Hon hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein grein 52-fyrispurning um hetta.
Hon spyr, um hald er í teimum tíðindunum, sum frættast millum manna.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Ósemja millum leiðslu og Almannaverkið
Ósemja hevur verið millum leiðsluna á Skálagarði og Almannaverkið.
Norðlýsið skrivaði 23. mai grein um málið við yvirskriftini "Leiðarin á Skálagarði frítstillað".
Mildrid á Lógv, leiðari á deplinum, segði við "Frihedsbrevet" herfyri, at hon veit ikki, hví hon er suspenderað ella burturvíst frá arbeiðsplássinum.
Ósemja hevur verið millum leiðsluna á Skálagarði og Almannaverkið.
Eingin uppsagdur
12. juni segði trivnaðarstjórin í Almannaverkinum, Hjørdis S. Mortensen, við útvarpið, at Almannaverkið ongum hevur sagt úr starvi - hvørki starvsfólki ella leiðaranum.
Hon segði eisini, at seks fólk í løtuni fáa hjálp á Skálagarði, men pláss er fyri 15 fólkum. Henda støðan er ikki beinleiðis knýtt at ósemjuni millum leiðsluna og Almannaverkið.
Skálagarður, sum er ein bú-, umlættingar- og endurmenningardepil til fólk við seinheilaskaða, læt upp fyri hálvum øðrum ári síðani.
Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttur sigur, at endamálið var, at fólk undir 67 ár við seinheilaskaða skuldu búgva á heiminum, og ikki tey, sum arbeiða har.
Løgtingskvinnan spyr eisini, nær væntast kann, at ósemjan millum leiðaran á Skálagarði og Almannaverkið verður loyst, soleiðis at búfólk og starvsfólk á stovninum fáa ein tryggan og virðiligan gerandisdag aftur.