- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íbúðarverkætlanin í Saltangará er broytt
- Gongur eftir ætlan, so fær Runavíkar kommuna tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum. Men tað er slett ikki sama verkætlan sum tann upprunaliga.
Tað sigur Joel undir Leitinum, nevndarformaður, tá KvF ringir fyri at frætta, hvussu tað gongur við stóru íbúðarverkætlanini í Leitinum í Saltangará.
Tá ætlanin varð almannakunngjørd fyri góðum tveimum árum síðan, var talan um 150 íbúðir, sum allar skuldu byggjast undir einari lon.
Talan var um íbúðir, sum vóru rættiliga ymiskar í stødd, tær smæstu vóru 60 fermetrar og tær størstu 167 fermetrar, men av tí at verkætlanin ikki var lønsom, gjørdi byggiharrin av at broyta hana.
Íbúðirnar smærri
- Tað er tað, sum vit hava arbeitt við síðan, og tað arbeiðið er nú komið so mikið langt, at vit rokna við at senda myndugleikunum tekningar og umsókn um byggiloyvi í næstum, sigur Joel undir Leitinum.
Hann kom upp í verkætlanina, tá hann fyri einum góðum ári síðan tók við sum nevndarformaður í spf. í Leitinum, sum felagið eitur, sum skal standa fyri byggingini,. Síðan hevur felagið, sum er eitt dótturfelag hjá danska felagnum St. Jørgen Ejendomme A/S arbeitt við at broyta verkætlanina, so tað ber til at fáa hana til at hanga saman.
Størstu broytingarnar í verkætlanini eru, at íbúðirnar nú vera smærri enn upprunaliga ætlað, og eisini er ætlanin at byggja í fleiri stigum heldur enn at byggja alt í einum. Og so verður eisini talan um eitt blandingsbyggjarí, har ein partur skal seljast og ein annar leigast út.
- Við hesi samansetingini vænta vit, at tað ber til at fáa alt at hanga saman, so tað ber til at fáa fígging og aðrar íleggjarar við í verkætlanina, sigur Joel undir Leitinum.
Hann er ikki sinnaður til at gera samrøðu um verkætlanina enn, men váttar, at gongd er í málinum, og at tað ikki er so langt á mál, áðrenn spakin kann setast í.
180 íbúðir
Broytingarnar hava eisini við sær, at talan verður um fleiri íbúðir enn upprunaliga ætlað. Í 2022 var ætlanin at byggja 150 íbúðir, nú er talið nærri 180, men tær vera bygdar í fýra stigum.
- Hóast bygt verður í fleiri stigum, verður framvegis talan um eitt gott og vakurt byggjarí, sum verður í trimum til fimm hæddir. Nær vit kunnu seta spakan í, fari eg ikki at siga nakað um beint nú, men málið er sjálvandi at sleppa í gongd við at byggja sum skjótast.