Stórur hugur at spyrja landsstýrið

Stórur hugur at spyrja landsstýrið
Landsstýrið fekk 141 grein 52a spurningar í hesari tingsetuni
Nú er summarferia. Men, tá tingið er saman, verður dúgliga spurt.
 
22.06.2024 - 10:06

Landsstýrið fekk 141 grein 52a spurningar í hesari tingsetuni.

12 teirra eru ikki svaraðir enn.

Spurningarnir kunnu ikki setast millum jóansøku, sum er mánadagin, og ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar.

Sambært grein 52a í tingskipanini kunnu tingfólk seta løgmanni og landsstýrisfólkum skrivligar spurningar, sum ikki eru settir á annan hátt, um almenn viðurskifti.

Spurningurin skal, sambært greinini, vera stutt og greitt orðaður. Møguligar viðmerkingar skulu vera stuttar og greiðar. 

Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn. 

Svarið skal eisini vera stutt og greitt orðað. 

Løgmaður og landsstýrisfólk kunnu við skrivligari grundgeving boða frá, at spurningur ikki verður svaraður.

Aðrir skrivligir fyrispurningar vóru bara 13. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981