Hálv millión at kanna flogvøll á Glyvursnesi

Hálv millión at kanna flogvøll á Glyvursnesi
Tá kanningararbeiðið er liðugt, skal úrslitið leggjast fyri býráðið til politiska støðutakan
Nú verður kannað, hvar flogvøllur kann vera á Glyvursnesi.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
21.06.2024 - 08:34

Tórshavnar býráð hevur endaliga samtykt at brúka hálva millión krónur til at kanna, hvar flogvøllur kann vera á Glyvursnesi.

Endamálið við kanningararbeiðinum er at fáa betri grundarlag til víðari fyrireikingar, millum annað skipanarlig og fíggjarlig viðurskifti. 

Úrslitið av tí skal leggjast fyri býráðið til politiska støðutakan. 

Borgarstjórin mælti til at játta hálva millión krónur til endamálið.

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin,, Fólkaflokkurin og Framsókn atkvøddu fyri.

Tjóðveldi atkvøddi ímóti.

Tjóðveldi mælti til, tá fyrra viðgerð var í býráðnum, at tær 500.000 kr., sum skulu brúkast til flogvallakanningar, í staðin fyri vera játtaðar umhvørvisdeildini hjá kommununi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109