Fyrireika nú yvirtøku av landslæknaembætinum

Fyrireika nú yvirtøku av landslæknaembætinum
Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar
Arbeiðsbólkurin, sum er settur at fyrireika yvirtøkuna av landslæknaembætinum.
Mynd: Heilsumálaráðið  
 
21.06.2024 - 09:14

Farið er undir at fyrireika yvirtøkuna av landslæknaembætinum. 

Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur sett ein arbeiðsbólk.

Í arbeiðsbólkinum eru umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar. 

Indenrigs- og Sundhedsministeriet, Styrelsen for Patientsikkerhed og Statsministeriet umboða danskar myndugleikar, og Løgmansskrivstovan og Heilsumálaráðið umboða føroyskar myndugleikar í arbeiðsbólkinum. 

Fyrsti fundur í arbeiðsbólkinum var í gjár í Heilsumálaráðnum.

Tveir fundir eru ásettir aftrat í ár. 

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur í hesum árinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109