Útlendingar skulu vísa, at teir vilja vera integreraðir

Útlendingar skulu vísa, at teir vilja vera integreraðir
Uppskot til føroyska integratiónslóg er sent til hoyringar
Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, hevur gjørt uppskot um integratiónslóg, sum er farið til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.06.2024 - 14:02

Lógaruppskotið er um útlendingar, sum hava uppihaldsloyvi í Føroyum.

Lógin kravur m.a., at ávísir tilflytarar skulu til integratiónssamrøðu, har millum annað verður kunnað um, at integratiónssamrøða, málkunnleiki og innlit í føroyska samfelagið og mentanina eru sum byrjanarstøði treytir fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum.

Umsøkjari til varandi uppihaldsloyvi skal hava víst í verki, at hann vil vera integreraður í samfelagið, stendur eisini.

Hoyr samrøðu við Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum:

 

20062024_Bjarni_um_integration


 

Samskipari í øllum økjum

Sambært uppskotinum skal landið býtast í integratiónsøki, og integratiónssamskipari skal setast í øllum økjum.

Tey, sum lógin umfatar, fáa ókeypis undirvísing í føroyskum og ókeypis skeið í føroyskari mentan og samfelagsviðurskiftum.

Hoyringarfreistin er til 1. august, og lógaruppskotið skal koma í gildi 1. januar næsta ár.

Seinastu árini er talið av tilflytarum økt sera nógv, sigur Løgmálaráðið.

Teir vóru 1,5 prosent í 2010. Í fjør vóru teir 5,5 prosent av fólkatalinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948