Nógv dýrari at skanna fyri prostata í Danmark

Nógv dýrari at skanna fyri prostata í Danmark
Tað kostar 230.000 kr. at skanna 28 menn í Aalborg. Í Klaksvík hevði tað kostað 70.300 kr
Margit Stórá, landsstýriskvinna, sigur, at skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ikki klárur at skanna fyri prostata enn. (Savnsmynd)
 
19.06.2024 - 11:02

Tað kostar nógv meira at senda menn til Danmarkar til skanningar fyri prostata.

28 menn skulu skannast í Aalborg.

Tað kostar 230.000 kr. Hvør skanning kostar 8.211 kr. við øllum.

Blivu teir 28 menninir skannaðir í Klaksvík, kostaði tað 70.300 kr.

Tað verður upplýst í svari frá Margit Stórá, landsstýriskvinnu, til Árna Skaale, løgtingsmann.

Landsstýriskvinnan sigur, at ikki er klárt enn at skanna fyri prostata á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Les alt svarið her.

Margit Stórá fekk eisini spurningar frá løgtingsfólkunum Johan Dahl og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Les svarið til Johan Dahl her.

Les svarið til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948