
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýriskvinnan um Bústaðir: Eiga ikki at høgga bremsurnar í
Landsstýriskvinnan um Bústaðir: Eiga ikki at høgga bremsurnar í
Ingilín D. Strøm heldur, at støðan við leiguprísum hjá Bústøðum vísir, at vit áttu at bygt íbúðir fyri nógvum árum síðani

Leiguprísurin fyri íbúðirnar hjá Bústøðum á Heimasta Horni í Havn er 11.300 kr. um mánaðin, umframt hita og el.
18.06.2024 - 09:17
- Tað er ein trupulleiki at byggja í hákonjunkturi, har allir pílar peika uppeftir, men vit eiga ikki at høgga bremsurnar í nú.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Tað sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í bústaðarmálum, nú tað hevur verið frammi, at leiguprísurin fyri eina íbúð hjá Bústøðum á Heimasta Horn í Havn er meira enn 11.000 kr. um mánaðin, umframt hita og el.
Ingilín D. Strøm heldur, at henda støðan vísir, at vit áttu at bygt íbúðir fyri nógvum árum síðani, tí so hevði ikki verið neyðugt at bygt so nógv, nú alt eru so dýrt.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
18062024_Ingilin_um_Bustadir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV