Jenis av Rana um makrelavtalu: Vit rinda fyri tað, sum vit fáa aftrat

Jenis av Rana um makrelavtalu: Vit rinda fyri tað, sum vit fáa aftrat
Formaðurin í Miðflokkinum er ímóti avtaluni, sum Føroyar hava gjørt við Bretland og Noreg
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er ímóti makrelavtaluni við Noreg og Bretland.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.06.2024 - 11:43

Bretland, Noreg og Føroyar skrivaðu í gjár undir semju um makrelfiskiskap næstu trý árini.

- Tonsini at fiska verða færri, men úrtøkan verður betri, sigur Dennis Holm, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

 

Makrelur á uppsjóvarvirkinum Pelagos. (Savnsmynd)

 

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er ímóti avtaluni. Hann er limur í uttanlandsnevndini, sum landsstýrismaðurin ráðførdi seg við, áðrenn hann skrivaði undir avtaluna.

- Vit áttu at fingið eina aðra avtalu enn hana, sum vit hava fingið, tí vit rinda við makreli til bæði bretar og norðmenn fyri tað, sum vit hava fingið eyka. Og eingin grund er til tað, sigur Jenis av Rana.

Hoyr samrøðu við formannin í Miðflokkin í útvarpstíðindunum:

 

18062024_Jenis_um_makrelavtalu

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948